Visit Tórshavn: Í Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu verða tvær verkstovur um burðardygga matgerð við Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen, samskipara í Matkovanum, og Kára Kristiansen, kokki.
Frá sterti til táknir (fin to gill) er hugsjón um burðardygga matgerð, har alt á fiskinum verður gagnnýtt. Endamálið er at minka um matoyðsl og økja virðingina fyri fiskinum.
Á verkstovunum fer royndi fiskakokkurin, Kári Kristiansen, at vísa okkum hvussu vit hagreiða ein heilan útróðrarfisk og hvussu vit kunnu gagnnýta ymsu partarnir av fiskinum til matgerð.
Verkstovurnar verða í Perluni týskvøldið 4. mai og hóskvøldið 6. mai kl. 19.
Tað er ókeypis at luttaka á verkstovunum. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel 30 24 25.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo