Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Undir valstríðnum er ført fram, at fosturtøkurnar eru færri í londum við fríari fosturtøku. Hetta samsvarar ikki við tølini hjá Institutet för hälsa och välfärd (THL) fyri 2019. Hagtølini hjá THL yvir fosturtøkur í Finlandi, Svøríki, Noregi og Danmark vísa nevniliga, at fosturtøkurnar eru fægst í Finlandi, har tað ikki er frí fosturtøka.

Tað er umráðandi, at lógarsmíð verður bygt á røtt tøl og ikki upp á uppáhald, sum ikki hava hald í veruleikanum.

Allar kvinnur kunnu koma í ta støðu, at tær ikki síggja sær nakran møguleika at fáa eitt barn. Tað er ein ógvuliga ring støða at vera í, og eiga vit sum samfelag at seta nógv inn fyri at ráðgeva og

hjálpa hesum kvinnum, soleiðis, at tær ikki koma at taka eina støðu, sum tær seinni ikki klára at liva við. Til tað krevst holl ráðgeving.

Fosturtøkulógin skal endurskoðast. Mítt uppskot í tí sambandinum er, at vit seta á stovn mammuhjálp, sum skal ráðgeva og stuðla kvinnum við barn, umframt barnafamiljum í svárum umstøðum.

Rúna Sivertsen

Valevni á listanum hjá Sjálvstýri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo