Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 22. mai verður almenn uppboðssøla av list til frama fyri nýggja klokkuspælinum í Miðvágs kirkju, við Torbjørn Jacobsen sum uppboðshaldara.

Opið hús verður allan dagin frá kl. 10.00, har til ber at fáa ein góðan drekkamunn og hyggja at málningunum sum verða á uppboðssølu kl 15.00.

Uppboðssølan verður stroymd á facebook síðuni hjá hotellinum, og fólk kunnu ringja inn og bjóða. Tlf. nr sum ringjast kann á verða upplýst dagin fyri tiltakið byrjar.

- Hjá okkum er klokkuspælið ein fleiri ára gamal dreymur, sum Jórun so íðin hevur hildi lív í. Eigil hevur kannað klokkuspæl inn ímillum síðstu árini, og fyri 2 árum síðani fann hann hetta sum er keypt frá Dansk Kirkeorgel. Prísurin er 250.000,- kr og við stuðli frá Vága Kommunu og øðrum, er helvtin útvega. Allur peningurin sum kemur inn frá søluni á hesi uppboðssølu fer óskerdur til at gjalda klokkuspæli, skrivar Gamla Hotellið á síni facebooksíðu.

Listafólk sum hava latið málningar eru:

Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Kári Svensson, Jórun Haraldsen, Torfinn Jacobsen, Fríðvør Ellefsen, Poul Skarðenni, Eirikur Joensen, Herdis s. Rasmussen, Jóna Birgit Nattestad, Arnleyg Magnussen og Amariel Norðoy.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo