Forsetin í Aserbadjan, Ilham Aliyev, hevur í dag havt longri samrøðu við sjónvarpsrásina AzTV, sum er ein sjónvarpsrás landið hevur eftirlit við.
Í samrøðuni sigur forsetin, at hann millum annað krevur, at Russland átekur sær ábyrgdina av flogvanlukkuni mikudagin í Kasakstan, sum kostaði minst 38 persónum lívið, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo