Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Ein røð av donskum forsætisráðharrum hava sagt tað áður og á ríkisfundinum í Nuuk endurtók Mette Frederiksen tað: Grundlógin er markið fyri, hvussu langt Føroyar og Grønland kunnu fara á uttanríkispolitiska økinum, so leingi sum tey eru partur av danska ríkinum.

Jyllandsposturin skrivar, at Mute B. Egede, landsstýrisformaður, sum hesaferð er vertur fyri ríkisfundin, hevði skipað fyri einum túri á flot fyri teimum trimum.

Føroyar hevur leingi havt eitt stórt ynski um limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO. Og Grønland vil hava, ein ein nýggjur danskur arktiskur sendiharri skal vera grønlendingur ella hava serligan kunnleika til Grønland.

Mette Frederiksen forsætisráðharri segði, sum aðrir hava gjørt undan henni, at føroyingar og grønlendingar noyðast at finna útav, hvat teir vilja.

- Um man ikki fær verið innanfyri teir juridisku karmarnar, sum eru fyri ríkisfelgsskapin, so er tað ein avgerð, man má taka. Grundlógin er karmurin fyri ríkisfelagsskapin, segði hon sambært Jyllandspostinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo