Hendingin tá 22 ára gamli Hans Berg Hansen úr Klaksvík síðst í september bjargaði einum týskum pari á sponsku Alicante baðistrondini er nú eisini umrødd í útlendskum miðli.
Hans Berg Hansen bjargaði fyrst einum manni og síðani eisini eini konuni, og hendingin hevur verið umrødd í fleiri føroyskum miðlum.
Nú hevur so sólskinssøgan eisini vakt ans uttanlands, netmiðilin The Leader skrivar um hendingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo