Ringrás fer í samstarvi við onnur at skipa fyri allarhelst størsta ruddingartiltaki av sínum slagi í Føroyum 22. apríl.
- Sum tað sæst í lýsingini verður tað ein stór avbjóðing, so vit hava tørv á nógvum sjálvboðnum, um tað skal eydnast, sigur Ringrás.
Kom við til Føroya Størsta Ruddingartiltak, saman gera vit mun!
Ringrás skipar saman við øðrum sjálvboðnum í Suðri fyri Føroya Størsta Ruddingartiltaki leygardag 22. apríl - nevniliga uppruddingini av rekastaðnum Trongisvágsbotni í Suðri.
Fyri at megna hesa stóru uppgávu er neyðugt, at vit - einstaklingar, kommuna, felagsskapir, stovnar og virkir - draga somu línu og lyfta uppgávuna í felag.
Samstarvsandin er tí í hásæti, nú Ringrás, áhugabólkurin Rudda Trongisvágsbotn, Ítróttaháskúlin í Suðuroy, Tvøroyrar kommuna, IRF, MRCC og onnur saman gera ruddingina møguliga.
Men týdningarmiklast av øllum er, at luttøkan í ruddingini verður stór. Tí vilja vit hervið heita á og bjóða øllum áhugaðum vælkomnum at luttaka í ruddingini av Trongisvágsbotni!
Afturfyri bjóða vit eina serstaka uppliving - bæði í mun til náttúruna og dálkingina á staðnum - sum verður merkt av samanhaldi, áræði og bragdarhugi.
Melda til og síggj fullu skránna her, so hvørt hon verður dagførd: htrýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo