Tað eru sum skilst limir í handverkarafeløgum sum vanliga blanda betong og koyra betongbilarnar hjá fyritøkunum Articon og J&K Petersen, sum í dag eru fyri verkfalsblokadum á Hjalla, har báðar fyritøkurnar halda til.
Og tað fellir ikki í góða jørð hjá arbeiðarunum, sum halda, at hetta altíð hevur verið teirra arbeiðsøki. Í morgun segði Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag í samrøðu við Útvarpið, at mørkini eru blivin vekk ímillum arbeiðið hjá handverkarum og arbeiðarum. Og tað skiltist at hann var vónbrotin um manglandi stuðul frá handverkarunum.
- Sum ikki einaferð er tað vit sum kempa teirra stríð. Tað eru arbeiðarafeløgini sum gera, at teirra løn fer upp. Tí er tað púra burturvið, at teir ikki vilja fara í samhugaverkfall, segði Georg F. Hansen.
- Guð viti nær teir seinast hava verið í verkfalli, legði hann afturat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo