”KJØRBREYT” er 33. útgávan í leikritarøðini, sum Forlagið FANNIR fór undir í 2010.
Sigurð Joensen frá Gjógv (1911-1993) skrivaði leikin, sum varð leiktur fyrstu og einastu ferð 8. februar í 1941. Leikurin er sprottin úr loysingarhugaða umhvørvinum millum lesandi føroyingar í Keypmannahavn í seinna heimsbardaga.
Leikurin er tíðarbærur við sínum tilsipingum um toganina millum sjálvbjargni og ófrælsi – hvussu føroyska tjóðin velur stuðul fram um tjóðarfrælsi, tunnilsloysnir fram um mentanarliga tjóðarbygging. Í leikinum kemur fram uppskot um at gera tunnil millum Føroya og Danmarkar.
Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.
Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.
Leikrit 33 er 71 síður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo