Forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Vígdis Johannesen, leingist eftir at hoyra frá semingsmanninum. Hon hevur onki hoyrt, og tíansheldur sæð skuggan av nøkrum semingsuppskoti, sigur hon, tá VP biður hana um eina viðmerking um gongdina í samráðingunum.
Fyrr í dag ljóðaði annars, at nú var eisini slitnað ímillum HAK og Arbeiðsgevararnar, men hesum vísir Vígdis Johannesen aftur.
Vígdis Johannesen er fámælt so leingi sum roynt verður at finna semju. Men hon sigur, at tær nú leingjast eftir at síggja eitt uppskot til semju.
Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur ikki samráðst saman við hinum trimum fakfeløgunum, sum nú eru í verkfalli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo