Lea Kampmann er nýggi spírin á føroyska tónleikapallinum. Dugnaliga songkvinnan hevur í seinastuni verið nógv at hoyra í útvarpinum og hevur spælt til fleiri konsertir runt um í landinum. Móttøkan av tónleiki hennara hevur verið sera góð.
Konsetin við Leu Kampmann í Miðvági er tann seinasta, áðrenn hon fer í upptøkuhølið at spæla sína fyrstu fløgu inn.
Við sær til konsertina í Listastovuni hevur Lea framúrskarandi tónleiknarnar Vinjar Egilsnes Petersen, Ólav Gaard, Hjørt Háberg og Magnus Lydersen. Saman fara hesir ungu tónleikararnir út á eina áhugaverda tónleikaferð út á nýggjar víddir - og tey gleða seg til at taka okkum við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo