Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: “Føroyska ættarliðið Z leggur stóran dent á at gera munagott arbeiði, sum hevur eina jaliga ávirkan á alt samfelagið”

Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum frá stóru spurnakanningini #VitVænta, sum Handilsvinnufelagið hevur stuðlað. Yvir 1100 ung kring alt landið luttóku í talgildu spurnakanningini. Hetta er sostatt millum størstu spurnakanningarnar av hesum slag, sum er gjørd í Føroyum.

Arbeiðisvirðir eru varandi, men ikki óbroytilig. Virðir vera lærd í teimum formativu árunum, og verða verandi lutfalsliga støðug ígjøgnum lívið. Tað er tí umráðandi fyri arbeiðsgevarar, at vera tilvitaðir um krøvini, sum unga ættarliðið hevur.

Sambært altjóða skilmarking, fevnir ættarlið Z um ung millum 12 og 27 ár, men av tí at ung í Føroyum ikki kunnu fáa fast starv fyrr enn tey eru 15 ár, var spurnakanningin stíla til ung millum 15 og 27 ár.

Høvuðsniðurstøður úr kanningini eru endurgivnar niðanfyri.

Føroyska ættarliðið Z hevur altruistisk og sosial arbeiðsvirðir.  Hetta merkir, at unga ættarliðið søkir arbeiðir, ið tey meta vera gagnlig og gevandi fyri føroyska samfelagið. Tó er eisini umráðandi fyri ættarlið Z at knýta tøtt bond á arbeiðsplássinum, og eru tey sera tilvitað um sunna javnvág í gerandisdegnum, so tey ikki gerast ov strongd.

Spurnakanningin var bæði landafrøðiliga umboðandi, og umboðandi í mun til aldursbýti. Tó vóru fleiri kvinnur enn menn, ið luttóku í kanningini.

Fimm ymiskar samanberingar vóru gjørdar í greiningararbeiðinum, tær vóru

-        kyn

-        landafrøðiligt býti

-        politisk sannføring

-        útbúgvingarstøði hjá foreldrum

-        vinnugreinar

Staðfestast kann, út frá kanningini, at ongin statistiskur signifikantur munur var á samanberingunum, og tí kann sigast, at tað ber ikki til at skilja í millum arbeiðsvirðir hjá ættarliði Z, um hugt verður at nevndu samanberingunum.

Ávirkan og lærdómur
74% av teimum ungum, sum luttóku í kanningini, vísa á, at eitt tað mest umráðandi fyri tey er at hava ávirkan og gera mun, við tí arbeiðinum tey gjørdu, og 65% av teimum ynsktu at sleppa til orðanna á arbeiðsplássinum. Tey ynskja sostatt at vera ein virkin viðspælari á starvsplássinum og vera tikin við, tá avgerðir verða tiknar. 

Heili 79% meta tað vera sera umráðandi at hava góðar starvsfelagar, og 72% mettu tað vera umráðandi, at hava eitt stuðlandi arbeiðsumhvørvi.

At læra og mennast so nógv sum til ber, metti 49% av luttakarunum vera umráðandi, og 41% ynsktu ein mentor, ið tey kundi læra av. Heili 83% metti tað hava sera stóran týdning, at leiðslan á arbeiðsplássi­num var jalig, hóast starvsfólki gjørdu mistøk.

Hugburðurin hjá undanfarnum starvsfólkum, heitið á starvinum og umdømi hjá fyritøkuni vigar ikki tungt í hugaheiminum hjá ættarliðnum, tá ið tey skulu velja starv. Sambært kanningini er unga ættarliðið sjálv­bjarg­ið og tráðar eftir at skapa egnar royndir á arbeiðslívinum.

Komandi arbeiðsfjøldin
67% av teimum spurdu, ynskja at arbeiða innan tænastuvinnuna. Serliga er tað áhugin at arbeiða innan heilsuverkið og sosialar fyriskipanir, sum ger seg galdandi. 6% ynskja at starvast í tilfeingisvinnuna og 11% vænta at leita sær starv í framleiðsluvinnuni.

65% søgdu tað vera umráðandi at hava eina góða javnvág millum arbeiðslív og privatlív,  og av teimum vóru 27%, sum ynsktu ikki at arbeiða ov nógva yvirtíð. Einans 12 % søgdu, at tey ynsktu ikki eitt arbeiðspláss har arbeiðsuppgávurnar vóru streingjandi.

41% av teimum spurdu søgdu seg ynskja eina góða byrjanar løn, men tað vóru einans 19%, ið væntaðu at fáa góða byrjanar løn, tá ið byrjað varð í nýggjum starvi.

Góðar vónir fyri føroyska arbeiðsmarknaðin
Sum heild vísti kanningin eisini, at føroyska ættarliðið Z er jaligt um arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Av teimum spurdu ætlaðu 69% sær at halda áfram at arbeiða í Føroyum, ella at koma aftur til Føroya at arbeiða aftaná loknan lestur. Einans 4% søgdu seg ikki ætla at starvast í Føroyum.

64% av teimum spurdu høvdu góðar vónir um at finna arbeiði innan tað økið, ið tey hava nomið sær útbúgving.

Tó mettu einans áleið 25%, at lønargrundarlagið í Føroyum var hóskandi.

Sum heild kann sigast, at kanningin vísir, at arbeiðsgevarar skulu leggja seg eftir at miðla til starvsfólkini, at arbeiðið sum verður gjørt, hevur stóran samfelagsligan týdning og ágóða. Ein sterkur CSR profilur og/ella stuðul til hjálparfelagsskapir og líknandi, hevur stóran týdning fyri ættarliðið. Tað er eisini umráðandi fyri arbeiðsgevarar at skapa møguleikar hjá starvsfólkunum at læra og mennast. Liðiligar arbeiðsumstøður og arbeiðstímar eru eisini umráðandi fyri eitt ættarlið, sum raðfestir eina sunnan javnvág millum arbeiðs- og privatlív hægri enn nakað undanfarið ættarlið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo