Húsarhaldsskúli Føroya: Mikukvøldið 26.apríl kl. 19.00 ferð Noomi í Dali at halda fyrilestur undir heitinum: Føroyski tjóðbúnin – ein livandi mentan.
Fyrilesturin tekur støði í søguligum keldum, har sagt verður frá og víst við myndum, hvussu føroyski búnin hevur verið, í mun til tað, hann er í dag.
Samanborið verður við hvussu tjóðbúnar aðra staðni síggja út, og verða nýttir.
Víst verður á hvussu føroyski tjóðbúnin nú á døgum er broytiligur, samstundis sum tað gamla verður varðveitt.
Fyrilesturin er almennur og er á Húsarhaldsskúla Føroya.
Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin, sum er ókeypis, tó er neyðugt at melda til á hsf@husarhaldsskulin.fo áðrenn kl. 16.00 mikudagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo