Faroe Dive: Føroysku vinnukavaraútbúgvingarnar fáa alsamt størri viðurkenning í grannalondum okkara.
Fyrr í ár avgreiddi fyrsti danski kavarin sína slangukavara-útbúgving í Føroyum.
Orsøkin til, at danir eru farnir at vísar hesum áhuga er, at einasti kavaraskúlin í danska ríkinum, ið hevur møguleika at útbúgva slangukavarar er í Føroyum.
Í løtuni arbeiða danskir myndugleikar við at gera eina mannagongd fyri viðurkenningar-tilgongdini.
Endamálið við einari slíkari viðurkenningar-tilgongd er at gera tað lættari og skjótari hjá kavarum við føroyskari kavaraútbúgving, at fáa danskt vinnuloyvi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo