Skúlablaðið: Evnið á norðurlendskari ráðstevnu herfyri var læraraútbúgvingin og lærarastarvið í breiðastu merking – við høvuðsdenti á dygdina í læraraútbúgvingini. NLS, Nordiska Lärarorganisationers Samråd, skipaði fyri. Læraralesandi úr øllum Norðurlondum hittust.
Føroyska umboðið var Páll Magnus Dam í Baianstovu, lesandi á triðja ári á læraraútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya.
Hann er frammanundan limur í samstarvsnevndini, sum er bindiliðið millum myndugleikar og skúla. Í samstarvsnevndini eru umboð fyri Mentamálaráðið, sum varðar av skúlamálum, umboð fyri leiðsluna á Læraraskúlanum og eitt umboð fyri tey lesandi.
- Endamálið við ráðstevnuni er, at londini læra av royndum hvør hjá øðrum og skifta orð um týðandi mál, ið hava við skúla og skúlaskap at gera. Lyklaorðið í øllum skúlaskapi er menning, og vit mennast bara í samstarvi við onnur. Tí hevur tað týdning at taka lut og vera við á ráðstevnuni, sigur hann.
Páll Magnus Dam í Baianstovu heldur, at tann føroyska læraraútbúgvingin neyvan stendur nakað aftan fyri útbúgvingarnar í hinum Norðurlondunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo