HSF: Á EHF-kongressini, sum var í Wien í vikuskiftinum, skrivaði Andrass Thomsen, stjóri í HSF, undir Rinck-sáttmálan hjá EHF vegna HSF. Rinck-sáttmálin er felags tráður og góðskutrygging fyri venjaraútbúgvingar fyri londini í EHF.
Fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum, hevur HSF í vetur skipað nýggja føroyska venjaraútbúgving í fleiri stigum, sum lýkur øll góðskukrøv í Rinck-sáttmálanum. Talan er sostatt um venjaraútbúgving, sum eisini er góðkend í øðrum londum, sum hava undirskrivað Rinck-sáttmálan og somuleiðis er krav til venjarar hjá liðum í altjóða europeisku kappingunum.
Av teimum 50 londunum í EHF, eru Føroyar land nr. 43, sum hava undirskrivað Rinck-sáttmálan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo