Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

FT: 2021 hilnaðist væl hjá Føroya Tele, og nevnd og stjórn eru væl nøgd við góðu gongdina. Tað var stutta niðurstøðan á aðalfundinum hjá samtakinum í dag. Tað varð samtykt at rinda 30 milliónir krónur í vinningsbýti til Føroya Landsstýri, sum eigur allan partapeningin.

Í mun til 2020 vaks samlaða nettosølan úr 389 milliónum upp í 407 milliónir krónur. Ársúrslitið eftir skatt øktist úr 31 milliónum upp í góðar 40 milliónir krónur, sum er vøkstur upp á 32%. Íløgurnar vóru 74 milliónir krónur.

“Føroya Tele er týðandi leikari í samfelagnum. Búskaparlig styrki, tøknilig nýhugsan og menning í samtakinum eru tískil trygt undirstøði at byggja á. Hetta gevur megi og hegni at taka við teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman”.

Bjarni Arnason, nevndarformaður

Í 2021 varð hol sett á skiftið til 5G. Í samstarvi við Ericsson verður alt farnetið skift út, og ætlanin er, at farnetið virkar á nýggjastu tøknini frá Ericsson um ársskiftið 2022/2023. 5G fer at geva størri kapasitet, hægri ferð og betri góðsku um alt landið.

Útbreiðslan av fipursambandi tók dik á seg í 2021. Verkætlanin hevur til endamáls at leggja fipurnet inn til hvørt húsarhald í Føroyum, og arbeiðið framtíðartryggjar vaksandi tørvin at fáa meira ferð á breiðbandinum.

Nógv vatn er runnið í ánni, síðani Føroya Tele var skipað sum partafelag. Síðani 1998 hevur samtakið gjørt íløgur fyri slakar tríggjar milliardir krónur, og hesi árini hevur samtakið goldið eigaranum tilsamans 405 milliónir krónur í vinningsbýti.

Nevndin er mannað við fýra limum, sum Føroya Landsstýri velur, og trimum starvsfólkavaldum limum. Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, varðar av samtakinum, og hann hevur ongar broytingar gjørt í nevndini.

Í nevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Nielsen, tilnevnd av landsstýrinum; og Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Finnbjørn Simonsen, starvsfólkavald umboð.

Arsfrásøgn 2021

Samfelagstilvit 2021

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo