Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kappingarráðið: Kappingarráðið tók á fundi tann 26. februar 2024 avgerð um, at Føroya Handverksmeistarafelag hevur framt brot á kappingarlógini við at noktað sínum limum at bjóða uppá útboðið av svimjihøllini hjá Runavíkar kommunu.

Formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, sigur:

“Føroya Handverksmeistarafelag hevur fleiri ferðir roynt at fáa Runavíkar kommunu at broyta útboðshátt, og hevur tískil avlagað kappingina.

Somuleiðis hevur Føroya Handverkmeistarafelagið avmarkað kappingina við at nokta undangóðkendu fyritøkunum Articon, Búsetur og M T Højgaard at bjóða uppá svimjihøllina."

Málið snýr seg um, at Runavíkar kommuna ynskti at fáa tilboð frá trimum undangóðkendum fyritøkum, ið vóru P/f Articon, Sp/f Búsetur og P/f M T Højgaard uppá byggiverkætlanina av nýggjari svimjihøll í Runavík.

Føroya Handverksmeistarafelag vendi sær fleiri ferðir til Runavíkar kommunu fyri at fáa Runavíkar kommunu at broyta útboðshátt og útboðstilfar. Men tá ið hesar broytingar ikki vóru mettar nøktandi, noktaði Føroya Handverksmeistarafelag limum sínum; P/f Articon, Sp/f Búsetur og P/f M T Højgaard, bæði tann 8. desembur 2020 og aftur tann 8. novembur 2021, at bjóða uppá svimjihøllina í Runavík.

Við at nokta limum sínum at bjóða uppá útboðið hjá Runavíkar kommunu, hevur Føroya Handverksmeistarafelag samskipað atferðina hjá limum felagsins, og samskipað eitt felags boykott av útboðnum hjá Runavíkar kommunu. Kappingareftirlitið metir tí, at Føroya Handverksmeistarafelagið hevur brotið ásetingina í § 6, stk. 1 sbrt. § 6, stk. 3 í kappingarlógini.

Kappingareftirlitið metir eisini, at P/f Articon, Sp/f Búsetur og P/f MT Højgaard hava brotið ásetingina í § 6, stk. 1 í kappingarlógini, tá ið feløgini tann 8. november 2021 fylgdu boðum frá Føroya Handverksmeistarafelagnum og saman boykottaðu útboðið við at ikki lata boð inn til útboðið av svimjihøll hjá Runavíkar kommunu

Les avgerð frá Kappingarráðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo