Vinnuhúsið: Kappingareftirlitið hevur í gjár almannakunngjørt eina avgerð hjá Kappingarráðnum sum sigur, at Føroya Handverksmeistarafelag og nakrir limir felagssins skulu hava framt brot á grein 6 í kappingarlógini.
Málið snýr seg um, at Føroya Handverksmeistarafelag í 2020 mælti undangóðkendum fyritøkum frá at bjóða uppá arbeiðið at gera eina svimjihøll í Runavík, tí útbjóðingartilfarið ikki var í lagi.
Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur viðgjørt niðurstøðuna hjá Kappingareftirlitinum, og hevur avgjørt at kæra. Nevndin er ósamd í niðurstøðuni og metir, at fortreytirnar hjá Kappingarráðnum at gera niðurstøðuna eru skeivar.
Føroya Handverksmeistarafelag ætlar ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið, fyrr enn ein endalig niðurstøða fyriliggur í málinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo