Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir §52a í Tingskipanini
Svar frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, til §52 a – fyrispurning nr. 52-064/2024 frá Jørgini Niclasen, løgtingsmanni, um talgilda tolling av frakt hjá privatpersónum.

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Ætlar landsstýriskvinnan at loyva privatfólki at tolla frakt sjálvi talgilt, eins og vinnulívið kann?

2. Ætlar landsstýriskvinnan at loyva speditørum at tolla frakt talgilt fyri privatkundar, eins og speditørar kunnu fyri vinnukundar?

3. Um ja, nær kann roknast við at slík skipan verður sett í verk?

Svar
Ætlanin er, við kunngerð, at loyva flutningsfeløgum og speditørum at tollavgreiða fyri privatkundar á sama hátt, sum hesi tollavgreiða fyri vinnukundar.

Á TAKS eru tey um at verða liðug við at broyta KT-skipanina, so latið verður upp fyri, at
flutningsfeløg og speditørar kunnu tollavgreiða fyri privatkundar. Tað verður væntandi til várs,
um ikki okkurt óvæntað stingur seg upp.

At privatkundar kunnu tollavgreiða frakt talgilt sjálvi, er ikki ein partur av hesum.

Tinganes, 15. januar 2025
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo