- Flogskiparafelag Føroya og Føroya Arbeiðsgevarafelag vegna Atlantic Airways funnið semju um tvey ára sáttmála.
Hesum boðar Flogskiparafelag Føroya frá í dag.
Tann 27. apríl boðaði nevndin í Flogskiparafelag Føroya Semingsstovinum frá, at seinna semingsuppskotið, sum var handað nevndini tann 20. apríl, var ov langt frá tí, sum kundi góðtakast av Flogskiparafelag Føroya og tí ikki var nóg búgvið at leggja fyri limirnar til støðutakan.
Sama dag funnu umboð fyri Flogskiparafelagið og Atlantic Airways saman í beinleiðis samráðingum millum partarnar í eini roynd at finna semju um týdningarmestu broytingarnar, sum Flogskiparafelagið ynskti at fáa við í sáttmálan. Henda tilgongd var konstruktiv frá báðum pørtum, og við teimum týðandi broytingunum, sum vóru framdar, bar á mál.
Uppskotið við hesum broytingunum hevur nú verið til uratkvøðu hjá limunum, og ein stórur meiriluti atkvøddi fyri broytta uppskotinum.
- Flogskiparafelag Føroya fegnast samstundis um, at Lock-Out støðan, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag valdi at seta í verk, ikki verður neyðug hóast alt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo