Eitt flogfar er farið avstað í morgun. Tað var flúgvarin til Keypmannahavn, hann skuldi fara klokkan 08.20, men fór klokkan 08.53.
Annars eru útsetingar og serliga avlýsingar tað sum seta sín dám á flogferðsluna í dag. Á heimasíðuni hjá Atlantsflogi ber til at fylgja við.
Eisini oyggja- og bygdaleiðir eru darvaðar av veðrinum. Til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá SSL.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo