Eitt flogfar er í dag dottið niður í Sveis, tað skriva fleiri lokalir miðlar.
Talan er um eitt minni privatflogfar, men fleiri fólk skulu vera deyð. Onki verður tó sagt um hvussu nógv.
Vanlukkan hendi í Ponts-de-Martel sum er í kantongini Neuchâtel nærhendis franska markinum.
Flogfarið datt niður í eitt skógarlendi, har trupult er at koma til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo