Fyri fyrstu ferð í 50 ár hevur Svøríki netto útflyting, skrivar NTB.
– Talið av asylsøkjarum er søguliga lágt, sigur migrasjónsráðharrin Maria Malmer Stenergard.
Í mai í ár var tilflytingin 15 prosent minni enn í mai 2023. Somu tíð vaks útflytingin við 60 prosentum.
Talið av asylsøkjarum í Svøríki í 2023 var 12.500 persónar sum er næstlægsta tal í 2000-talinum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo