Fleiri rakettir hava í morgun rakt býir í Ukraina. Bæði Dnipro har suðri, har ein rakettverksmiðja er, og Odessa eru raktir eins og fleiri spreingingar eisini hava verið at hoyrt í høvuðsstaðnum Kyiv.
- Í morgun hevur Russland skotið rakettir eftir okkara kritiska undistøðukervi. Vladimir Putin ætlar at taka hita og streym frá fleiri milliónum fólkum. Sendið okkum meira loftverjurakettir sum skjótast, so vit fáa vart okkum, hevur Oleg Nikolenko, sum er talsmaður fyri ukrainska verjumálaráðið sagt í eini áheitan á vestanlondini í morgun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo