Kringvarpið: Tummas Christoffersen, stjóri í felagnum Jókinn, sum hevur trolararnar Fram og Sjagaklett, váttar, at felagið er áhugað og fer at liggja framvið at fáa lut í kvotuni.
Felagið bíðar nú eftir kunngerðini, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at áseta. Tá kunngerðin er lýst, fer felagið at taka endaliga avgerð, um tað loysir seg fíggjarliga at bjóða upp á rættindini, sigur Tummas Christoffersen við Útvarpið.
Tað er eisini væl hugsandi, at frystilínuskipini fara í Barentshavið at royna. Tað sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í felagnum Línuskip.
Línuskipini Klakkur, Kambur, Ågot, Stapin og Eivind eru egnað til fiskiskap í Barentshavinum, og helst er áhugi hjá skipunum at fáa part av kvotuni, sigur hann.
Hálvdan Gudmundsen leggur dent á, at prísurin fyri kilo verður avgerandi, skal tað loysa seg fyri skipini, skrivar Kringvarpið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo