Flaggdagin, týsdagin 25. apríl, skipar Havnar hornorkestur fyri flaggdagshaldi á Vaglinum.
Haldið byrjar kl 15 við skrúðgongu úr Tróndargøtu við Kommunuskúlan, har Havnar hornorkestur og skótalið ganga oman á Vaglið.
Røðari í ár er Eydna Skaale.
Kollafjørður
Flaggdagshald í Kollafirði verður í skúlagarðinum týsdagin kl 14.00.
Skótaliðið Túgvan og ítróttarfólk ganga skrúðgongu frá bygdarhúsinum og møta kl. 13.45. Niels á Reynatúgvu ber fram røðu. Hanna og Terji syngja og spæla.
Ferðslan
Frá kl. 14.00 verður gongugøtan stongd fyri allari ferðslu frá Sverrisgøtu oman á Vaglið og Áarvegurin er stongdur frá Vaglinum til Havnargøtu. Eisini verður Mylnugøta stongd og niðasti partur av Tinghúsvegnum.
Frá kl. 15.30 til 17.30 eru hesir vegir stongdir: Áarvegur, frá Vaglinum til Havnargøtu til rundkoyringina úti við Skansan og vegurin Yviri við Strond frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin.
Frá kl. 14.00 til 16.00 er Tórsgøta stongd, har Føroya Ellisakfør hava framsýning.
Kort yvir stongdu vegirnar sæst HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo