Tórshavnar Manskór: Sum siðvenja hevur verið nógvu seinastu árini verður árliga jólakonsertin hjá Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni. Í ár verður konsertin sunnkvøldið 15. decembur kl. 19:30.
Gestakórið í ár er Tarira. Eisini er urguleikarin Ari Hammer Joensen við á jólakonsertini.
Umframt at “hita áhoyrararnar upp” við orgulspæli í umleið hálvan tíma áðrenn sjálv kórkonsertin byrjar kl, 19:30, spælir Ari eisini verkið Marche du veilleur de nuit eftir Charles-Marie Widor miðskeiðis í konsertini eins og hann hevur fylgispælið til felags sálmasangirnar og til vælumtókta sálmin Takkarbøn við Tórshavnar Manskóri.
Skráin er sum vera man fjølbroytt hjá báðum kórum:
Frá latínskum verkum umvegis enskar, danskar og skandinaviskar jólasálmar og -sangir til siðbundnu føroysku jólasálmarnar. Frumframførslur eru eisini á skránni.
Nærri presentatión av kórunum er neyvan neyðug. Bæði kórini hava nógv á á baki og eru vælumtókt í heimlandinum eins væl og í útlondum.
Bernharður Wilkinsson stjórnar Tarira og Jón Festirstein Tórshavnar Manskóri.
Verið vælkomin til upplagda høvið at njóta eina fjølbroytta og spennandi jólakórløtu í Vesturkirkjuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo