Tað er vanligt at viga viðførið sum skal við einum flogfari. Men nú ætlar finska flogfelagið Finnair eisini at viga ferðafólkini, skrivar CNN.
Tað hevur týdning at vita, hvør vektin er umborð á einum flogfari. Tí øll flogfør hava eitt mark fyri, hvussu nógv tey megna at lyfta, men eisini fyri at vita, hvussu nógv brennievni er neyðugt og hvussu vektin skal plaserast umborð. Og ímeðan viðførið verður vigað brúka flogfeløg vanliga miðaltøl fyri ferðafólkini. Men tey kunnu eisini velja at brúka síni egnu tøl, og tað er tað sum Finnair hevur gjørt. Og tá er neyðugt at gera nýggjar tabellir av og á, og tað er hetta sum ger, at ferðafólkini nú skulu vigast.
Finnair skal viga tilsamans 1200 ferðafólk fyri at fáa eitt miðaltal fyri júst teirra ferðafólk. Og vigast skal bæði á vetri og á sumri.
Sigur onkur nei takk, so er tað ongin trupulleiki, tí so sleppa tey undan, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo