Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hóskvøldið 25.mai kl. 19:30 verður fyrst dystast í hálvfinaluni og síðani í sjálvari finaluni í serligu spurnakappingini Av Skipanesi til Æðuvíkar. Tvey innleiðandi umfør hava ført fýra lið í hálvfinaluna.

Í fyrru hálvfinaluni møta Jóannes Djurhuus og Eli Lassen teimum báðum Hallur og Kára Hansen. Í innleiðandi dystunum vóru hesi liðini sera stinn. Serliga alternativi spurningurin, har liðini skulu framføra okkurt eftir egnum hugflogi, stendur eftir sum nakað heilt einastandandi.

Í seinnu hálvfinaluni eru tað Harry Knudsen og Djóni N. Joensen, sum skulu royna at knógva Tórbirni Jacobsen og Sverra Justinussen. Tórbjørn og Sverri vunnu kappingina seinast, og tí er ávíst trýst á teimum, nú teir skulu møta tveimum fyrrverandi hjálparvenjarum hjá besta liðnum hjá NSÍ.

Tónleikur er eisini ein partur av tiltakinum. Í teimum fyrru umførunum hava fyrst Janus Trygvason og síðani Kári Sverrison framført, og tað hevur verið á hægsta støði. Nú hóskvøldið eru tað teir báðir Hans Marius Ziska og Allan Tausen, sum koma at spæla.

Vertirnir eru teir somu, og teir eru ikki hvørjir sum helst. Teir eru eisini vertir í Vespureiðrinum. Talan er um Jonhard Hilmarson Hansen og John Andersen.

Alt er til reiðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo