Meðan partar av Framsókn, harímillum stovnarin av Framsókn og landsstýrismaðurin hjá flokkinum, ganga mótmælisgongu ímóti tingfólkunum hjá Framsókn, Sólvit Nolsø og Honnu Jensen, situr forkvinnan í Fíggjarmálaráðnum og telur undirskot, og tað er ikki hissini undirskot – 426 milliónir í 2023.
Tað var annars hon og Framsókn sum bjóðaðu seg fram fyri at fáa skil á fíggjarliga óskilið, men støðan hevur ongantíð verið so ring sum nú, í bestu tíðum í Føroya søgu.
Tey látast sum um at alt stendur væl til ella hava tey øll mist jørðforbindilsi.
Einki hoyrist frá hinum oddafólkunum í samgonguni.
Løgmaður hevur tó ynskt bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, til lukku við valinum og funnist at morroyndini móti Donald Trump, men ikki eitt orð um fíggjarliga óskilið.
Varaløgmaður hoyrdist tosa úr Japan fyri nøkrum døgum síðan. Hann var farin til Japan at hyggja eftir hondbóltslandsliðnum, uppá landsins besta.
Á ferðini hevði hann havt fund við onkran japanskan politikara, og funnið útav, at Japan og Føroyar hava nógv til felags – sig so tað.
Heldur ikki eitt orð frá varaløgmanni um fíggjarliga óskilið.
Landsstýrisfólkini hava, eftir øllum at døma, ikki skilt støðuna.
Meðan Dennis Holm, landsstýrismaður, roynir at minka um inntøkugrundarlagið, brúka hini pengar, ella rættari ætla at brúka pengar, hvørja ferð tey eru frammi í fjølmiðlunum.
Hjá summum eydnast tað at økja landsins útreiðslur – økja undirskotið - meðan tað hjá summum, harímillum Djóna Nolsøe Joensen, verður tað við ætlanina.
Hann ætlar at gera ymiskt á sínum málsøkjum, hevur ásannað at okkurt má gerast, hevur tosað við starvsfólk og sett arbeiðsbólkar, hann er samdur við avvarðandi og má finna útav, hvussu tingini hanga saman o.s.f. o.s.f.
Fyri at káva útyvir óskilið friða tey turistattraksjónina í Saksun og arbeiða við at lýsa allar Føroyar sum RAMSAR-øki.
Hvør segði at tað skuldi verða lætt.
Tað ger kanska einki um Føroyar fara á húsagang.
Tey sum manna Landsstýrið og Løgtingið eru øll vælbjargað. Tey hava øll, við góðari hjálp frá Ruth, fingið eina munandi lønarhækkan, sum ikki fer at bøta um undirskotið hjá Ruth í komandi tíðum, heldur tvørturímóti.
Hevði talan verið um eina privata fyritøku, hevði øll manningin verið til arbeiðis bæði nátt og dag, fyri at bjarga støðuni. Alt uttanumtos hevði fingið avleiðingar beinanvegin.
Soleiðis er ikki í politisku skipanini.
Tað er lætt at brúka ella misbrúka pengarnar hjá hinum.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo