Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

VisitVágar: Áleið 50 ymiskir ferðavinnuveitarar eru í Vágum, og vit hava ein ótrúliga fjølbroyttan skara av veitarum, ið vit ynskja at knýta tættari samstarv við. Við hesum degnum leggur Visit Vágar upp til at stovna eitt lokalt ferðavinnunetverk, so vit saman kunnu standa enn sterkari sum ferðamál.

Leiðarin í Visit Vágum, Bryndis í Dali, fer at byrja dagin við at greiða frá, hvussu Visit Vágar arbeiðir við ferðavinnu, og vil hoyra frá lokalu veitarunum, hvørji ynskir og væntanir tey hava av stovninum.

Vit skipa fyri nøkrum verkstovum, og síðani gera dugnaligu kokkarnir á Hotel Vágum okkum ein góðan bita á middegi.

Tiltakið krevur tilmelding, men er ókeypis og fyri allar ferðavinnuveitarar í Vágum. Í hægsta lagið tvey fólk frá hvørjum veitara kunnu luttaka. Tilmelding fer fram á atgongumerki.fo.

Síðsta freist at tilmelda er 18. November á midnátt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo