Í morgin er 1. sunnudagur í advent, og eitt nýtt kirkjuár byrjar. Og tí verður nakað serligt gjørt burturúr í Vesturkirkjuni.
Skótar í KFUK ganga Luciu, og genturnar í Døggdropanum framføra.
Eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi og okkurt til børnini.
Bergur D. Joensen er prestur.
Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur prestur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo