Sjóvinnustýrið: Tøl frá Sjóvinnustýrinum vísa, at sera fáir vinnuligir útróðrarbátar hava galdandi siglingarloyvi.
Í bólki 5A eru tað bert 36% sum sigla lógliga, og í bólki 5B, sum eru teir, ið fiska fyri meiri enn kr. 200.000, eru tað bert 39%, sum sigla lógliga.
- Tað er krav, at hesir bátar verða sýnaðir, áðrenn Sjóvinnustýrið útskrivar teimum siglingarloyvi.
- Trygdin hevði verð munandi betri, um tað var krav at hava galdandi siglingarloyvi, áðrenn útróðarbátar fingu útskrivað fiskiloyvi.
- Støðan er als ikki nøktandi, og tí fara átøk at verða sett í verk fyri at rætta skeivleikan, sigur Sjóvinnustýrið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo