G!: Leygardagin 13. juli setur OY G! festivalin í miðdepilin. G! festivalgestir kunnu fara í OY leygardagin, har armbond verða sett á frá kl. 10 á morgni til seint á kvöldi. Soleiðis sleppur ein undan bíðiröðunum í Syðrugøtu.
Helgi byrjar upphitingina til G! í OY leygardagin kl. 16.00, har hann verður DJ, og kl. 21.00 verður konsert við Sakaris. Matstovan og barrin í OY hava opið sum vanligt.
Samstundis ber til at keypa Brim, ið er serlig G! öl, sum einans kann keypast í OY sjoppini. Talan er um eina grötuliga góða og gæviliga G! öl, sum er ein lættur pilsnari við havru. Brim er bryggjað í avmarkaðari nögd.
Kápumyndina hevur Eivör Pálsdóttir teknað, og myndin er í tráð við aðrar tekningar av aldum og havi, sum Eivör hevur arbeitt við seinastu tíðina, og júst hendan myndin hevur givið íblástur til navnið á ölini. Sum brimið skolar yvir hesar klettarnar og myndar staðið, sum hevur fostrað G! festivalin, skolar ein flóðalda av tónleiki og mentan inn yvir okkum hvört ár á G!, og er við til at mynda okkum sum föroyingar.
Til ber eisini at fáa G! armbond á í OY mánadagin, týsdagin, mikudagin og hósdagin frá kl. 12.00 til 17.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo