Tá ið kendi fótbóltsvenjarin Sven-Göran «Svennis» Eriksson doyði hevði hann eina skuld á yvir 50 milliónir krónur.
Tað sdkrivar svenska avísin Expressen. Skiftirættarváttan vísir at Eriksson hevði eina munandi skuld, tá ið hann doyði í august í fjør, 76 ára gamal, skrivar VG.
Sambært skiftirættarváttanini hevði Eriksson ognir verdar 66 milliónir svenskar krónur, men skuldin var á heilar 118 milliónir krónur, sum gevur eitt undirskot í deyðsbúgvinum á 51 milliónir krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo