Tað er nevniliga upp til politiið at meta um í hvørjum einstøkum føri. Tað er í øllum førum niðurstøðan hjá danska miðlinum Nyheder24, sum hevur kannað málið.
- Sæst skelti ikki, er tað sum so ikki galdandi. Tó verður tað altíð ein ítøkilig meting hjá politinum í hvørjum einstøkum føri, siga politi- og ákærumyndugleikarnir, sum miðilin hevur tosað við.
Víst verður kortini eisini á, at júst tað at eitt skelti er, sum bilførarin ikki fær kunna seg um, tí tað ikki sæst nóg væl fyri kava, ger, at tað áliggur bilføraranum at vísa eyka nógv varsemi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo