Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-095/2023 frá Helga Abrahamsen,
løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum,
Dennis Holm, um Erlu Kongsdóttir.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er Erla Kongsdóttir eitt nøktandi avloysaraskip hjá Strandfaraskipum Landsins?
2. Hvørjum standi er skipið í?
3. Hvussu nógv verður skipið brúkt?
Svar til spurning 1
Erla Kongsdóttir hevur, síðani hon kom til Føroya í november 2020, verið eitt álítandi avloysaraskip hjá Strandferðsluni. Erla Kongsdóttir hevur allar tær neyðugu myndugleikagóðkenningarnar, sum skulu til fyri at sigla sum ferðamannabátur og fyri at sigla í somu havøkjum sum hini skipini hjá Strandferðsluni.
Áðrenn Erlu Kongsdóttir var Strandferðslan knýtt at privatum leigubátum. Tað var ofta óvist, um leigubátar vóru tøkir, tá ið skip hjá Strandferðsluni skuldu á árligu bedingina, ella um okkurt skip var fyri óhappi.
Svar til spurning 2
Erla Kongsdóttir er sum heild í góðum standi, men seint í august mánaði í fjør bleiv eitt brek á bakborðsgearinum staðfest. Brek á gearum hava í altjóða og føroysku skipssøguni gjørt av við størri skip enn Erlu Kongsdóttir, men alt bendir á, at Strandferðslan hevur megnað at avmarka brekið so mikið, at tað kundi sendast til umvælingar í Noregi.
Umvælingin hevur verið í gongd í nógvar vikur nú, men verður væntandi liðug ein av komandi døgunum. Fyri at binda um heilan fingur varð avrátt eisini at kanna stýriborðsgearið. Bæði gearini koma aftur til Føroya um hálvan mars, og tá verður farið undir at seta tey í aftur fyri síðani at fara undir royndarsigling.
Svar til spurning 3
Síðani Erla Kongsdóttir kom í flotan hjá Strandferðsluni, hava siglidagarnir verið beint undir 400 í tali, sum gevur eitt miðaltal upp á 120 dagar um árið.
Tá ið Strandferðslan, áðrenn Erlu Kongsdóttir, leigaði privatar bátar í samband við bedingsuppihald hjá miðalstóru og minni skipunum, var talið av bedingsdøgum vanliga áleið 110-120 dagar. Erla Kongsdóttir hevur, síðani hon kom til Føroya, verið avloysaraskip í samband við bedingsuppihaldini hjá hinum skipunum hjá Strandferðsluni.
Erla Kongsdóttir hevur tí í roynd og veru gjørt júst tað, sum hon upprunaliga var ætlað til.
Eisini hevur hon, sum nevnt, avloyst, tá ið onnur skip hjá Strandferðsluni hava verið fyri óhappum. Sigldir eru eisini leigutúrar. Eftir ætlan fer Erla Kongsdóttir í fasta sigling á Hestleiðini um hálvan juni.
Dennis Holm
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo