Amerikanski ríkmaðurin og biksarin Elon Musk, sum helst er mest kendur fyri at eiga Tesla, hevur seinasta árið ella so mist nógvan pening, tí partabrævið í Tesla bil konsernini er fallið so nógv.
Tesla partabrævið er minkað útivið 70% í virði, og tað svarar til ein miss hjá Elon Musk uppá ørandi 182 milliardir amerikanskar dollarar síðani novembur 2021, skrivar Guinness.
Tann sum áður hevði metið var japanski ríkmaðurin og íleggjarin Masayoshi Son, sum í 2000 misti 58,6 milliardir amerikanskar dollarar uppá sínar íløgur. Men hetta metið hevur Elon Musk nú tikið væl og virðiliga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo