Sambært Bloomberg hevur sambandið hjá Musk við Trump virkað til at virðið á fleiri av hansara feløgum er økt, millum annað Tesla, SpaceX, xAI og X (fyrr Twitter), skrivar danska TV 2.
Samlaða ognin hjá heimsins 500 ríkastu persónum vaks við 1,5 billiónum dollarum í 2024. Tað skrivar Bloomberg frá upplýsingum frá sínum egna miðli Bloomberg Billionaires Index.
Umroknað svarar tað til umleið 10.820 milliardir krónur.
Meðan Musk liggur sum nummar eitt á listanum hjá Bloomberg, so liggur Trump sum nummar 471 á sama lista.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo