Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Elmar Dalskinn, ættaður úr Klaksvík, føddur 20.08.1938, andaðist á Hjortespring Plejecenter í Herlev, sunnudagin 6.10.2024, 86 ára gamal.

Umhvørvið
Har var gott at vaksa upp í Víkunum og á Selheyggi tá, har sum spæl og kappingar okkara høvdu víðar ræsur, og traðirnar lógu vakrar, virknar og órørdar fyri bygging.

Klakkur, Hálgafelli og Háfjall lógu eggjandi reyst upp frá bygdini og ta víðu vágna - eitt avbjóðandi hav at lyfta fyri dreingir og gentur - som tíðum leitaðu niðan til og at dvølja uppi á - við einum ovurhonds útsýni yvir villar víddir og leiðir.

Handan Hálsin og Brúnaskarð fanst ørgrynnan av berum í august mánaði - við føgrum og fríum útliti yvir Føgrulíð og heilt norður til reyðagyltu Nestindar í setandi sól - eins og yvir á Galvin og suður á Mjóanes og longur.

Ættin
Abbi Elmar, Berint Johannesen úr Horni g. v. Malenu Simonsen í Tunghúsinum, búði í norðaru helvt av húsalonini nakað fyri seg undir Selheyggi, ovarlaga í Víkunum.

Sonur teirra, Bernhard Fagralíð (f. 1905) g. v. Hannu Jacobsen av Eiði, giftist inn til foreldrini. Tey fingu ikki børn og ættleiddu Jostu Lillå (1936-2010) úr Leirvík.

Josta var ofta miðdepil í leiki og lívlig av lyndi. Hon búsettist seinni í Helsingør og er omma til kendu sjónleikarinnuna Helle Fagralid (f. 1976) g. v. Ole Bornedal, filmleikstjóra.

Esbern Johannesen (1897-1954), elsti sonur Berint og Malenu, var g. v. Marin Haraldsen úr Elduvík, tey búðu í sunnaru helvt av sethúsalonuni, og børn teirra vóru døturnar: Birgitta Maria (Gitte-Mia), Jóhanna Sofía (Lilly) og Marit, og synirnir: Malvinus Reyná, sum í móðurlegg tók við einum festi í Elduvík, og Elmar, ið giftist við Birgith Unnerup, tey fingu børnini: Unna, Irbit, Esben og Mai.

Hegnigur og hittinorðaður
Frá ungum av var Elmar stillførur, hugfarsligur og hittinorðaður og sera hegnigur, hann smíðaði hegnisligar lutir í lága kjallarahæddini.

Elmar var eitt skifti sum drongur KFUM-skóti, og eftir sjey ára skúlagongd fór hann í snikkaralæru á verkstaðnum hjá p/f J. F. Kjølbro á Varpinum.

Elmar hevði lættan penn og var sjálvstýrishugaður av lyndi - og hetta ikki minni - eftir ta lagnukvidnu framferð, sum hann og heimbygdin fingu undir læknastríðnum, táið yvirvøldin misti tamarhaldið og bara dugdi at brúka rátt vald og ongan vísdóm.

Læknastríðið
Høvuðsorsøkin til hesi herðindini var, at ein blað ungur lækni - eitt stutt skifti - var limur í danska nazistaflokkinum, og fyri hetta varð hann koyrdur úr læknafelagnum - við skerdum starvsmøguleika - og sum hann fekk herskið at kenna av hesum høpisleysa “nazi-korti” felagsins – ja, bleiv forfylgdur líka til Klaksvíkar við og víðari.

So ófatiligt. Tí hesin nazi-flokkur var - við 3 valdum limum av 151 í fólkatingið - líka so lógligur sambært grundlógini, sum Javnaðarflokkurin við Stauning á odda og Radikala Vinstra við Scavenius, sum kunngjørdu alment tann 8. juli 1940: “Det vil være Danmarks opgave herunder at finde sin plads i et nødvendigt og gensidigt aktivt samarbejde med Stortyskland” – hesir báðir stjórnarberandi flokkar, sum undirbrotliga og aktivt samstarvaðu við Nazi-Týskland heilt fram til oktober í 1943!

So hvat var problemið?
Læknin Oluf Halvorsen meldaði seg straks úr DNSAP, táið Týskland hertók Danmark tann 9. apríl 1940.

Halvorsen fekk tó starv við hospitalið í Havn í apríl 1948, bæði evnaríkur og avhildin, og haðani bleiv hann í juni 1951 sendur til Klaksvíkar sjúkrahús, sum tá lá í læknaloysi – og sum bara hevði ant læknaliga av 17 tilvildarligum vikarum tey seinastu 2-3 árini.

Altso! Læknin kundi væl brúkast í Havn, men ikki í Klaksvík - hvar var moralurin og logikkurin?

Munur á fólki?
Norðoya læknadømi fevndi um 25 størri og minni bygdir spjaddar um seks harðvunnar oyggjar og eystursíðuna av Eysturoynni við, har ið tað tók 15 tons bátinum “Medicus” einar 4-5 tímar at koma aftur við/til læknahjálp – um nes og nøv í mestsum øllum veðri.

Hetta var, jú, ikki tað sama, sum í høvuðsstaðnum, har ið fleiri læknar vóru, apotek eisini og leiðin út á hospitalið til lækna tók bara nakrar minuttir.

At órógv stóðst av hesum beklandi sviki myndugleikanna - mótvegis einfalda ynski fólksins í Norðuroyggjum um betri læknahjálp - og teirra djúpa fagna um endiliga at hava fingið ein framúr lækna - ja, kann tað undra nakran?

Elmar bleiv, sum aðrir ungir tá, raktur rættarkensluliga av tí viðferð, sum heimbygd hansara varð fyri, og tí fór hann saman við 6-8-10 øðrum ungum í andstøðu, sum seinni fekk – uttan at nakað fólk fekk mein av tí – alla ta donsku marinuna og politistaliðið á staðnum at skelva í brókunum. Sum endamálið var.

Løkke og Elmar
Lars Løkke Rasmusen fann seg, sum ein sibba, sitandi á aftasta brík í fólkatinginum og uttanflokka í mun til sess sín, sum forsætisráðharri áður – tó við síni støðugu jagstran eftir makt - neyðar maður (!).

Og langtanin eftir “magtens sødme” fekk Løkke at royna lukkuna sum ein slags filmleikstjóri, og var høvuðsleikari sjálvur í eini sjónvarpsrøð um læknastríðið. Men úrslitið bleiv vitiliga lættvunnið, barnsligt komers, og - við sára sviki hansara her - harmiligt.

Tí sjónvarpsrøðin var ikki um ta óvísu framferð myndugleikanna; men hinvegin um tey, sum valdu at taka synd í sær og gráta um seg sjálvi og teirra óveruliga leiklut – og uttan dømi um nakran órætt í verki - og sum minti ikki sørt um, hví ið islamisk eymkan altíð vinnur valdið í einum miðlakríggi. So var her við.

Avtalan við Elmar var greið: Ein samrøða í telefon ella privat millum teir báðar - og Elmar skuldi als IKKI við í sjónvarpssendingina!

Men í staðin fyri møtti Løkke upp hjá Elmari, privat, við øllum upptøkuliðnum og fór - fyri opnum skermi – skammleysur undir at tráspyrja tann til aldurs komna Elmar.

Her sveik Løkke - fyrst meg og Elmar við – sum ikki gerst um aftur, og hann um tað – tí skommin er hansara!

Eftirsíðan
Elmar flutti seinni niður til Danmarkar og lærdi til sosialráðgevara. Hann var eitt skifti á skrivstovuni hjá “Sømands-bossen”, Preben Møller Hansen, og bleiv av sannføring meiri vinstrahallur og limur í DKP, og var í hesum sambandi eini tvey ár í DDR, meðan aðrir fóru til Moskva í sama føri.

Vinmenn og skemtan
Eg plagdi at vitja Elmar hvørja ferð mær bar til í Kjøpinhavn, og vit høvdu mangar hugfarsligar løtur saman, antin hjá honum í Jernbane Allé 11 í Vanløse – har undir myndini av Che Guevara - ella á kaffistovu nærindis.

Balzac, gamli, segði á sinni: “Mod livets mange genvordigheder har himlen skænket os tre gaver: Håbet, søvnen og latteren.” So gerst eingin vón, og blundur bilar, so er bara láturin eftir!

Og sera skemtiligt var tað at hugleiða um hvør, ið uttan fyrilit, bleiv avhoyrdur og revsaður av rættinum.

Sum megin fígginda ríkisins valdu teir: Fischer, ein sera væl begávaðan idealist, sum kundi skapt sær eina karrieru niðri, men valdi sum havnarfúti heldur at seta skiparaskúla á stovn í heimbygdini. Ein rættur edilingur var Fischer Heinesen, ein inntonktur “Sokrates” í mangum samskifti – eg kendi hann væl.

Fischer sat 8 mánaðir, og sum nr. 2 sat ein heldur einfoldigur maður 4 mánaðar í fongsli, púra ósekur og skilti einki, men sum fekk øði í rættin, við at ákæra dómaran fyri at vevja alt upp í ein vavgreyt.

Og í fongslinum seinni varð hesin fangi biðin um at koma út í sólskinið at spáka, men tá svaraði hann: “Noy! Eg eri dømdur at sita, so siti eg!”.

Látur um lótir
Sami skemtingarsami Elmar og láturmildur við var hann, ikki minst um tann væl flættaða dárskap og ørskap, sum fór fram av myndugleikunum í 1955-56.

Skemtiligir vóru eisini - okkara prís beløntu høvundar og søgufrøðingar í teirra sjálvglaðu fákunnu - og sum enn so maniskir blíva við at diska upp við læknafelagsins famøsa “nazi-korti”!

Og til hvørs endamáls? Vóru ikki fleiri føroysk listafólk og onnur við bæði nazistar og kommunistar undir krígnum og seinni?

Og skulu hesi - fyri hetta mistakið, kanska - ikki hava loyvi til at liva og virka sum fólk í Føroyum?

Men bíða, bíða - tíðir fara at koma – vóru vit báðir samdir um – táið rættilig, seriøs søgukøn fara at taka henda táttin upp - og tá fara tey at bera tann sanna veruligan út í ljósið.

Minnisvarðin
Elmar hevur uppiborið eitt minnismerki - líka væl sum onnur - fyri sín leiklut í Klaksvíkar søgu, men tað kemur hann valla at fáa - og sama ger - tí Elmar hevur sjálvur reist sær ein minnisvarða, sum tann eygagóði handverkari og góði maður, ið hann var.

Øll tey neystini, sum hann í Elduvík lagaði upp aftur og hampaði um við flagi og klædningin, og sum nú standa sum eitt prýði eftir hann í bygdini.

Ein skammarsúla átti helst at verðið reist yvir tað danska læknafelagið og teir tápuligu myndugleikarnar - sum sjálvir elvdu til læknastríðið - og ein pláta hevði ikki verið óhóskandi fyri henda listaliga ómakin, sum Elmar reisti í føðingarbygd Marinar, barngóðu móðir síni, í Elduvík.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo