Smyril Line: Eldurin umborð á Glyvursnesi er sløktur eftir spreingingina fyrr í kvøld. Tríggir av manningini vóru í maskinrúminum, tá spreingingin hendi, og hóast lívbjargandi viðgerð andaðist ein teirra. Avvarðandi hava fingið boð.
Hinir báðir eru á sjúkrahúsi undir viðgerð fyri brunasár og roykeitran.
Manningin er flutt av skipinum og fær kreppuhjálp. Eisini avvarðandi fáa tilboð um kreppuhjálp.
Hetta er ein syrgiligur dagur hjá øllum okkum í Smyril Line og okkara tankar eru hjá teimum avvarðandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo