![Flogfar eldur](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/flogfar_eldur.jpg)
![Flogfar eldur](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/flogfar_eldur.jpg)
Tað sá ikki tespiligt út, tá eldur kom í ein av motorunum á einum farmaflogfari stutt eftir at tað var farið á flog ávegis til Puerto Rico úr Miami í USA.
Flogskiparin boðaði frá og bað um loyvi at lenda aftur alt fyri eitt, sum hann gjørdi, skrivar ABC.
Øll tey fimm fólkini umborð komu frá hendingini í øllum góðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo