Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu dagarnar hevur KVF havt nøkur innsløg í Degi og viku, har tað verður ført fram, at tilbúgvingin í Føroyum, í flestu kommunum, ikki er klár til uppgávuna, um ein elbilur skuldi verið fyri óhappi.

Soleiðis sum hesi tíðindi verða borin fram í KVF, fær hyggjarin ein varhuga av, at tað er elbilurin sum er “trupulleikin” ella  “nýggja avbjóðingin,” sum tað verður orðað. Vit í Elbilafelagnum meta, at vinklingin er óheppin, og kann vera við til at grugga samskiftið um elbilar og orkuskiftið.

Tað, at tilbúgvingin sigur seg ikki megna uppgávuna, um eitt óhapp hendir við einum elbili, er sjálvandi sera álvarsligt og ørkymlandi. Tað kemur eisini sera óvart á okkum í Elbilafelagnum, ið, so seint sum í fjør,  vendu okkum til Tórshavnar Sløkkilið viðvíkjandi tilbúgvingini rundan um eldsbruna í elbilum, eftir at nógv eisini hevði verið frammi í miðlunum um vandan, ið stóðst av hesum. Tíbetur vísti sløkkiliðsleiðarin á væl fyrireikaða tilbúgving og var púra greiður um, at tey meta seg vera fult til reiðar at møta støðum, har elbilar skuldu verið komnir í trupulleikar.

Tað, sum ikki kemur fram í innsløgini hjá KVF er, at nevndu trupulleikarnir við vantandi tilbúgving lokalt á ongan hátt kunnu metast sum ein brádliga íkomin støða, elvd av økta talinum av elbilum. Um hetta er ein trupulleiki - og tað benda innsløgini á, at tað er - so hevur trupulleikin longu staðið við í nógv ár.  “Serligu viðurskiftini,” sum vórðu tikin fram í innsløgunum um el bilar, eru nevniliga júst tey somu, tá talan er um hybridbilar, enntá í størri mun. Fyrstu hybridbilarnir komu longu til Føroya fyri meira enn 10 árum síðani, so møgulig hol í tilbúgvingini eru neyvan at meta sum “nýggj avbjóðing”.

Í innsløgunum verður nógv gjørt burturúr framrokningum av tølum fyri elbilar í Føroyum um 10 ár og núverandi tali av elbilum á føroysku vegunum. Men vit hava als ikki neyv tøl fyri talið á hybridbilum. Akstovan byrjaði ikki at skráseta, um bilar vóru hybrid, fyrr enn fjør (tá ið MVG afturberingin kom í gildi, eisini fyri summi sløg av hybridbilum), so vit kenna ikki neyva talið á hybridbilum í Føroyum. Men bara síðani í fjør eru knappir 1000 hybridbilar skrásettir, so allarhelst er talið av hybridbilum í Føroyum fleiri túsund.

Samanber hetta við talið á skrásettum elbilum – færri enn 300 síðani í fjør og 656 tilsamans í skrivandi løtu!

Eftir innsløgunum í KVF at døma, so hava flestu tilbúgvingarnar kring landið sostatt í yvir 10 ár livað við, at bæði hjálparfólk og førarar á túsundtals føroyskum bilum hava verið í vanda, eftirsum hvørki útgerð, vitan og tilbúgvingarætlanir hava verið dagførdar til samtíðar ferðslumynstrið. Hetta eru rættiliga skakandi tíðindi, og tí átti vinklingin av røttum at snúð seg um, hvør ið eigur ábyrgdina av slíkum vansketni.

Í báðum innsløgunum varð varpað ljós á serligar skipanir, appir, sum kunnu hjálpa átaksfólkum við upplýsingum um, hvussu tey skulu handfara bilar í einum óhappi. Fatanin, tú fært av innsløgunum er, at hetta er nakað heilt serligt og innviklað, sum einast ger seg galdandi fyri elbilar, men so er als ikki. Allir nútíðar bilar - sama um teir brúka bensin, diesel, hybrid ella el - hava stoytkoddar (airbags), sum fyrilit má takast til í sambandi við, at neyðugt er at skera fólk leys, og allir hava eisini upplýsingar um, hvar stálið er serliga styrkt. Hetta er á ongan hátt ein nýggj avbjóðing, sum er serliga galdandi fyri elbilar, tí er tað undranarvert, at tað verður tikið fram í sama innslagi, uttan at hetta verður gjørt greitt.

Ein og hvør nýskapan og broyting í tøkni krevur nýggja vitan og planlegging av tilbúgvingini. At vit í Føroyum eftir øllum at døma hava “sovið í tímanum” í meir enn 10 ár, er tað tað er, ørkymlandi og óunniligt -  men tað hevur sum so einki við elbilar at gera, og kann á ongan hátt metast sum nýliga íkomin støða. Vónandi taka kommunurnar og landsins myndugleikar hetta í størsta álvara, áðrenn vit hava nakað álvarsamt óhapp. Í fleiri av grannalondum okkara hava tey kortlagt tað, sum skal til í sambandi við orkuskiftinum á vegnum. Hetta er alt frá søluliðinum til kundaráðgeving, til viðlíkahaldsfólk og sjálvsagt eisini átaksleiðarar og tilbúgvingarútgerð. Har krevst nógv nýggj vitan og skúling til í øllum liðum. Vit í Elbilafelagnum harmast um, at tað eftir øllum at døma er komið so stutt við hesum í Føroyum enn, og vóna, at tað verður fingið upp á pláss ongantíð ov skjótt.

Men vit átala, at tað, sum er ein trupulleiki við tilbúgvingini, verður gjørt til ein trupulleika við elbilum fram um aðrar bilar, tí tað er snøgt sagt ikki beint. Denturin er lagdur á skeivt stað í hesum tíðindaflutningi, og tað kann elva til óneyðug fyrivarni í móti at ogna sær elbil – samstundis sum hybridbilar ikki verða nevndir við einum orði.

Á heimasíðuni hjá Elbilafelagnum og á okkara FaceBookbólki ber til at finna meira kunning um el bilar og trygd.

Elbilafelagið
29. mars 2022

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo