Ein "eitrandi" flaki hjá Bakkafrost í Skotlandi, sum sakk í ódnarveðri fyri meira enn ári síðani, stendur framvegis á sandinum á náttúruvakrari vík - har fólk á staðnum nú eru farin at ilskast, tí har er farið at lukta av rotnum eggi, skrivar bretski miðilin Independent.
Serfrøðingar ávaraðu um, at roykurin frá flakanum var "eitrandi", og trygd var fingin fyri, at okkurt fór at verða gjørt við málið.
Men nú yvir eitt ár er gingið síðani, stendur flakin framvegis á sandinum, og fólk á staðnum bera óta fyri, at hann kann hava ávirkan á heilsuna hjá teimum, skrivar Independent.
Daily Record skrivar eisini um flakan - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo