Stjórnarherurin í Myanmar verður ákærdur fyri at hava dripið minst 100 fólk í dag, skrivar DR.
Eygnavitnir siga tíðindastovuni AP, at eitt stríðsflogfar bumbaði ein landsbý, har fleiri stuðlar hjá andstøðuni í Myanmars vóru komnir saman at hátíðarhalda at floksskrivstova var latin upp. Ein hálvan tíma seinni var sama øki skotið frá tyrlum.
Fleiri av teimum deyðu eru børn, siga eygnavitnini. Tað er ikki lætt at siga hvussu nógv eru deyð skrivar BBC.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo