Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Agga Niclasen á Facebook: Byrjunarlønin hjá lærarum er gott og væl 28 túsund og 400 krónur.

Byrjunarlønin hjá heilsurøktarum er gott og væl 30 túsund krónur.

Eg. Meini. Tað.

Tann eina útbúgvingin dregur út í fýra ár, og er rættiliga trupul at koma ígjøgnum. Og inn á. Hin, hinvegin, dregur út í ikki eingong tað hálva av hesum, og er ikki trupul at koma ígjøgnum. Ella inn á.

Gamaní, kanska ringur stílur at bera saman fakbólkar á henda hátt, men hetta er, fyri tað, viktugt at fáa við inn í líkningina. Veruleikin er jú, at okkara løn stendur í stað, tí lønin hjá øðrum skal upp á okkara støði. Hetta er ótespilig atferð, tí tað eigur vælsaktans at vera akademisk formáan, 'erstatttiligheit' og vunnin rættindi, sum gera lønina. Men so er ikki.

Tí, tíverri, er samanberingin neyðug, tí samanberingin er av fyrstan tíð púra burturvið.

Les meira niðanfyri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo