Næsta ár útgevur Benjamin Rajani sína debutplátu “Tá hvørt ljós líkist tær”, framleidd í samstarvi við Esben Svane (Hjalmer, Kalaset, Beinir). Nú er hann klárur við atmosferiska øðrum staklagnum "Mánakvøld".
Eitt mánakvøld kann bæði setast í samband við ein vanligan gerandis mánadag, men eisini eitt kvøld, har mánin lýsur. Hendan dualistiska náttúran verður eisini avspeglað í sanginum - Ein vanligur gerandisdagur kann umbroytast til eina undurfulla mánalýsisnátt, har møguleikarnir tykjast endaleysir, tá persónurin tú elskar er við tína lið.
Við dragandi og sissandi guitartónum, trummum og ambientum ljóðlandsløgum er "Mánakvøld" perfekti sangurin til komandi heystævintýrini.
Sangurin hevur longu leitt til eina samrøðu á DR P5, og er eisini í umferð í Uniradioen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo