Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í Barna- og Útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur verið á eini hugtakandi vitjan í Skúlanum við Streymin.
Tað eru stak góðir karmar í nýggja og samanbygda skúlabygninginum, sum nú eisini hevur ítróttahøll.
Tað er hugtakandi at síggja, hvussu skúlin hevur megnað at fingið næmingarnar virknar við borðspølum í fríkorterum og bókasavnið at verða ein snúningsása í skúlanum.
Skúlastjórin, Marjun Stauss, greiddi frá síni greiðu ætlan fyri innanhýsis menningini av skúlanum, sum lærarar og næmingar hava tikið væl ímóti.
Næsta stigið er at inndraga náttúruumhvørvið og lundina, sum verður gjørd í Sundalagnum. Sera spennandi ætlanir.
Borgarstjórin, Jógvan Kruse, var eisini og heilsaði upp á landsstýrismannin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo