Eitt ferðafólk doyði og fleiri fingu skaða í flogfari úr London til Singapore av ógvisligum turbulensi.
Flogfarið hjá Singapore Airlines fall 6000 fót í bert fáar minuttir. Tað skrivar Flightradar, sambært tíðindastovuna Reuters.
Tað svarar til beint yvir 1800 metrar.
Sostatt fór tað frá 37.000 fótum til 31.000 fót í bert fimm minuttir, tá ið turbulensurin rakti, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo